140x140

Ofta spurt

Hvat kann eg brenna?
Hvar kann eg klaga um dálking?
Hvar finni eg umsókn um umhvørvisgóðkenning?
Kann eg innflyta einnýtisíløt?
Kann eg søkkja gamla bátin hjá mær?

Hvat kann eg brenna?

Óansæð hvat slag av eldstaði talan er um, er bert loyvt at brenna tilfar, sum ikki dálkar. Tað vil siga, at tað er bert loyvt at brenna óviðgjørdan turran við, papp og pappír, so sum træplattar, trækassar og greinar umframt kol, torv og koks.
Tað er bannað at brenna burturkast á báli ella í eldstaði. Burturkast skal ikki brennast, tí nógvur og  vandamikil roykur kann koma frá bálinum.

Les meira her

 
Hvar kann eg klaga um dálking?

Tú skal klaga til tann myndugleika, sum hevur eftirlit við tí, sum hevur ábyrgdina av dálkingin.
Er talan um kommunal viðurskifti, so sum dálking frá einum granna, øðrum borgarum ella einum virki í kommununi, so skal tú klaga til kommununa, har tú býr.
Umhvørvisstovan viðger einans klagur um kommunal viðurskifti, tá borgarin, uttan úrslit,  hevur roynt at klaga til kommununa.
Hinvegin, er talan um dálking frá einum umhvørvisgóðkendum virki, ella øðrum serliga dálkandi virki, so skal tú klaga til Umhvørvisstovuna.

Les meira um at klaga her

 
Hvar finni eg umsókn um umhvørvisgóðkenning?

Áðrenn farið verður undir virksemi, sum eftir umhvørvisverndarlógini kemur undir serliga dálkandi virksemi, skal virki umhvørvisgóðkennast.
Umsóknarblaðið til umhvørvisgóðkenning kann takast niður her, verður fylt út og sent Umhvørvisstovuni.

Les meira um at søkja um umhvørvisgóðkenning her

 
Kann eg innflyta einnýtisíløt?

Ætlar tú at flyta inn leskidrykkir í einnýtisíløtum úr glasi, plasti ella metalli, er neyðugt at fáa loyvi til tað fyrst. Søkjast skal um loyvi hjá Umhvørvisstovuni. Umsóknarblaðið finnur tú her. Ein treyt fyri at fáa loyvi, er at tú hevur eina innlatingarskipan, soleiðis at tómu íløtini verða savnaði inn aftur, og at tómu íløtini fara til endurvinningar – tað vil siga, at íløtini verða brúkt í nýggjari framleiðslu.
Tá loyvi er givið, verður TAKS fráboðað um, at loyvi er fingið til innflutning.

Les meira um einnýtisíløt her.

 
Kann eg søkkja gamla bátin hjá mær?

Nei, søkking av øllum sløgum av bátum, eisini skipum, er bannað. Bannið kom í gildið 1. jan. 2005.

Lógin heimilar ikki undantøkum frá forboðnum.

 
Navn
Email
Overskrift
Spørgsmål

Ofta Spurt - Umhvørvi og dálking